Altjóða fótbóltssambandið Fifa hevur ætlanir um at handa eina serliga friðar heiðursløn í samband við HM lutakastið sum verður í Washington DC 5. desembur.
Heiðurslønin skal handast av Fifa forsetanum, Gianni Infantino, sum sigur, at tað í einum alsamt meira ófriðarligum heimi er týdningarmikið at viðurkenna arbeiðið sum nøkur gera til tess at enda stríð og fáa menniskju at liva saman í sátt og semju. Og hetta er júst tað ið fótbólturin ger.
Norski miðilin VG gitar, at tað verður amerikanski forsetin, Donald Trump, sum fer at fáa Fifa heiðurslønina. Miðilin nevnir, at Infantino var til staðar, tá Trump herfyri savnaði fleiri av heimsins leiðarum til toppfund í Egyptalandi um Gaza, og hevur annars bitið merki í, hvussu oftani teir báðir síggjast saman.
HM í fótbólti hjá monnum verður næsta ár í USA, Kanada og Meksiko.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



