Tann, sum ikki tímir at lesa, er líka fátækur í andanum sum tann, ið ikki dugir at lesa
- orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Neyðugt er at endurskoða fíggingarleistin hjá kommununum, tað sigur Búskaparráðið í nýggjari fráboðan.

Størsta avbjóðingin er, at útreiðslutørvurin á eldraøkinum ikki fylgir inntøkunum frá skatti av eftirlønarinngjøldum.

Tá eldraøkið og hesin skattur vórðu flutt til kommunurnar í 2015 (við DIS/FAS-endurgjaldi), eru inntøkurnar síðan vaksnar 120%, meðan talið av borgarum sum eru 80 ár og eldri er vaksið nærum 30%. Hetta kemst m.a. av fleiri starvsfólkum, stórum lønarhækkingum og hægri eftirlønarprosentið (+1 prosentstig um árið).

Komandi 10 árini er arbeiðsføri aldursbólkurin væntandi óbroyttur, men 80+ fer at vaksa umleið 4% árliga.

Veksur útreiðslustøðið við somu ferð, fara útreiðslurnar fram um inntøkurnar.

Longu í dag brúka kommunurnar um 100 mió. kr. av øðrum inntøkum til eldraøkið.

Tí er neyðugt at endurskoða fíggingarleistin.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo