Viðmerking til sjónarmiðini hjá Rebekku Joensen í Breddanum 1. oktober 2026
Samandráttur
Í Breddanum 1. oktober førdi Rebekka Joensen fram, at ov lítil dentur verður lagdur á inntøkurnar hjá landskassanum. Í somu sending segði Aksel V. Johannesen, at Javnaðarflokkurin fegin hevði viljað kravt meira inn í eitt nú tilfeingisgjøldum. Tað er sjálvandi í lagi at føra hesi sjónarmið fram, men tey vórðu ikki roynd ímóti hinum grundleggjandi spurninginum: Hvussu nógv eru almennu útreiðslurnar vaksnar, og hvat hava vit fingið fyri pengarnar?
Rakstrarkarmurin er vaksin úr 5,2 milliardum krónum í 2020 upp í 7,46 milliardir í 2027. Tað er ein nominellur vøkstur á 2,26 milliardir ella 43,5 prosent eftir sjey árum. Almannamál, heilsumál og útbúgving standa fyri góðum 80 prosentum av vøkstrinum. Kortini hava vit ikki eina samlaða og samanberiliga uppgerð, sum vísir, um vøksturin hevur givið fleiri røktartímar, styttri bíðitíðir, fleiri viðgerðir, betri undirvísing ella skjótari málsviðgerð.
Loysnin er tí ikki sjálvvirkandi at taka meira inn frá vinnuni og koyra meira pening í eina skipan, har úrslitini ikki verða nóg væl mátað. Vinnan skal rinda eitt rímiligt tilfeingisgjald, men alt yvirskot er ikki tilfeingisrenta, og gjøldini mugu byggja á veruligar roknskapir, íløgur og váða. Kringvarpið eigur at royna hesar fortreytir og geva mótsjónarmiðum rúmd. Annars kann eitt politiskt sjónarmið gerast sannleiki fyri opnari mikrofon.
Sjónarmiðið um inntøkurnar í Breddanum
Í Breddanum 1. oktober varð Rebekka Joensen boðin í útvarpsstovuna at meta um fíggjarlógaruppskotið fyri 2027. Høvuðsboðskapurin var, at ov lítil dentur varð lagdur á inntøkurnar hjá landskassanum.
Kringvarpið gjørdi síðani júst henda boðskap til yvirskrift: «Fíggjarlógin hevur ov lítið fokus á inntøkur.»
Í somu sending segði Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at Javnaðarflokkurin fegin hevði viljað kravt meira inn í eitt nú tilfeingisgjøldum, men at flokkurin var bundin av samgonguni.
Soleiðis varð ein greið forteljing løgd fyri lurtaran: Trupulleikin er, at landskassin fær ov lítið inn, og ein loysn er at taka meira frá vinnuni.
Tað er sjálvandi í lagi at føra slík politiskt og búskaparligt sjónarmið fram. Men hettar er ikki ein óheft sannroynd.
Trupulleikin er ikki, at Rebekka Joensen hevur hesa áskoðan, ella at hon fær høvi at bera hana fram.
Trupulleikin er, at Kringvarpið aftur og aftur loyvir ávísum sjónarmiðum fram at fyri opnari mikrofon, uttan at grundleggjandi fortreytir verða royndar og uttan veruligt mótspæl. Í greinini „Tilfeingisrenta kann ikki roknast í einum tómrúmi“, dagfest 4. oktober 2026 send miðlunum, havi eg givið mítt íkast til eitt neyðugt mótsjónarmið. Hetta haldi eg vera serliga viðkomandi, tá Hans Ellefsen dagin fyri sendingina við Rebekku fekk høvi at føra fram nærum somu sjónarmið um inntøkur uttan mótspæl ella kritiskar mótspurningar. Eftir mínum tykki hevur Kringvarpið tí ikki í nóg stóran mun tryggjað tað neyðuga mótspælið og fjølbroytnið í hesum kjakinum.
Tá sama forteljing verður endurtikin nóg ofta av fólki, sum verða presenterað sum fakligir serfrøðingar, kann hon at enda verða fatað sum sjálvur sannleikin, hóast onnur faklig og politisk sjónarmið eru.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



