Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley
Onnur tíðindi

Í dag eru fimm ár síðani amerikanarar rýmdu úr Afghanistan og fundamentalistiska Taliban stýrið aftur kom framat valdinum.

Og ongin skal halda, at lívið hjá vanliga fólkinum í muslimska landinum ikki er nógv broytt, hóast talibanarnir lovaðu, at teir fóru at virða mannarættindini, tá teir tóku við aftur valdinum. 

Tað sigur Charlie Goodlake, samskiftisstjóri hjá UNHCR, sum er flóttarfólka hjálparfelagsskapurin hjá ST, úr Kabul.

Til dømis søgdu talibanarnir í 2021, at teir fóru at loyva kvinnum at útbúgva seg. Men longu árið eftir bleiv tað broytt, og nú sleppa gentur at ganga í grundskúla, men síðani skulu tær ikki ganga meira í skúla.

Charlie Goodlake sigur, at seinastu fimm árini er tilfeingið alsamt minkað og humanitera støðan versnað í landinum, har eini 40% av fólkinum hava brúk fyri onkrum slagi av hjálp.

- Samstundis sum altjóða samfelagið at síggja til bara leggur minni og minni í tað, sigur hann og vónar, at fimm ára dagurin kann vera við til at varpa ljós á aftur støðuna í tilafturskomna landinum.

Tað ger mun, at vit eru her, hóast tað er alt annað enn lætt. Hevði ST ikki verið til staðar her, so hevði støðan uttan iva verið nógv verri, sigur Charlie Goodlake frá UNHCR.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #