Hitt endaliga virði av einum fongi er treytað av, hvussu hann er fingin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hitt endaliga virði av einum fongi er treytað av, hvussu hann er fingin
- úr Børkuvísum
Ítróttur

Flogbóltssambandið: Føroyska flogbóltslandsliðið við kvinnum spældi í morgun hálvfinalu ímóti Skotlandi í kappingini um SCA meistaraheitið.

Skotland, sum hevur vunnið kappingina seinastu tvær ferðirnar, vann tey fyrstu tvey settini 25-18 og 25-23, men Føroyar mentu seg og komu afturíaftur og vunnu triðja og fjórða sett 25-22 og 25-23.

Í javnbrótaranum gekk javnt á til 5-5, tá Skotland fór framum við tveimum stigum. Føroyar minkaðu um munin til 8-9 og 9-10, men síðani fór Skotland framum 12-9. Nærri enn tvey komu Føroyar ikki aftur, og Skotland spældi seg til tríggjar dystarbóltar og legði seg á odda 14-11. Føroyar yvirlivdu tann fyrsta, áðrenn Skotland vann annan og settið 15-12.

Úrslitið hevur við sær, at Føroyar tí skulu spæla um bronsuna ímóti Írland kl. 17 í dag.

Írland hevði eins og Føroyar tapt sína hálvfinalu 3-2 og 15-13 í javnbrótaranum ímóti San Marino. Tað var eitt sindur óvæntað, at Írland skuldi standa seg so væl, tí í bólkaspælinum hevði Írland tapt greitt 3-0 fyri Føroyum. Nú møtast tey aftur í bronsudystinum kl. 17.

Bronsudysturin sæst á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum á www.fbf.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #