Tveir mans hava í Føroya Rætti fingið sjey ára fongsulsrevsing fyri óvanliga ráan harðskap ímóti einum manni í einum húsum í Havn.
Tað var eitt samt nevningating sum dømdi menninar, skrivar KvF.
Teir noktaðu seg sekar og skutu alt fyri eitt málið inn fyri Landsrættin, sum kemur til Føroya í mars næsta ár.
Til tá skulu menninir vera í varðhaldinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



