Skiparin á norska línubátinum Koralen hevur góðtikið eitt sektaruppskot á 900 túsund krónur, eftir at skipið í tríggjar dagar hevði fiskað á einum øki á sunnara kanti á Føroyabanka, sum í løtuni er stongt.
Tað upplýsir Vørn fyri VP.
Koralen fekk boð frá Vørn umvegis telefon um, at tað fiskaði á eini stongdari leið. Skiparin varð biðin um at draga línuna og seta kós ímóti Havnini.
- Tjaldrið og Koralen møttust á Føroyabanka fyrrapartin í gjár og tá vóru fólk frá Tjaldrinum sett umborð. Tá kanningarnar umborð vóru avgreiddar, vórðu skipari og reiðari kunnaðir um, at teir fóru at fáa eitt sektaruppskot. Sektaruppskotið varð latið teimum seinapartin í gjár og eftir eina løtu boðaðu teir frá, at teir góðtóku sektaruppskotið. Samlaða upphæddin var beint omanfyri 900.000 krónur, sigur Jóhan Simonsen, virkandi stjóri á Vørn, við VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



