Fiskamarknaður Føroya: Tvey línuskip eru á Íslandsrygginum, eitt er á Flemish Kap og eitt er við Eysturgrønland. Øll fiska mest av toski.
Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðrið verður gott fyri tað mesta. Tað verður nakað av útróðrafiski og eisini fer onkur út á Føroya Banka.
Tríggir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska mest tosk og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Allir landa í vikuni. Ein er eystanfyri og fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Eisini hann landar í vikuni.
Tvey pør eru á Íslandsrygginum og fiska mest tosk og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Eitt er eystanfyri og fiskar upsa og annan hvítfisk. Væntandi landa tvey pør í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.
Tríggir trolbátar eru á landleiðini og fiska mest av flatfiski og so nakað av toski. Ein er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski og longu. Allir landa í vikuni. Nú eru dagarnir á landleiðini, um at verða brúktir hjá onkrum av trolbátunum.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa helst í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



