Ein bankastjóri er ein maður, sum lænir tær eitt regnskjól tá sólin skínur, men tekur tað frá tær aftur, so skjótt tað fer at regna
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein bankastjóri er ein maður, sum lænir tær eitt regnskjól tá sólin skínur, men tekur tað frá tær aftur, so skjótt tað fer at regna
- Mark Twain
Onnur tíðindi

Føroya Fjallabjargara Felag: Seinastu 10 dagarnar, hava 13 sjálvboðin frá Føroya Fjallabjargara felag tikið altjóða útbúgving innan fyrstuhjálp í óbydgum øki.

Føroya Fjallabjargara Felag hevur styrkt fakliga førleikan í tilbúgvingini, eftir at 13 bjargingarfólk hava lokið Wilderness First Responder-útbúgvingina hjá Wilderness Medical Associates International.

Wilderness First Responder, ofta stytt WFR, er ein altjóða útbúgving innan viðgerð og fyrstuhjálp í avsíðis- og krevjandi umhvørvi. Útbúgvingin er serliga ætlað fólki sum arbeiða í støðum, har tað kann ganga long tíð, áðrenn sjúklingurin fær atgongd til sjúkrahús ella aðra framkomna læknaliga viðgerð.

Hetta ger útbúgvingina serliga viðkomandi fyri bjargingararbeiði í Føroyum, har uppgávur kunnu fara fram í brøttum og illa atkomuligum lendi, undir skiftandi veðurviðurskiftum og langt frá vanligari heilsutænastu.

⦁    Fyri okkum er tað sera týdningarmikið, at okkara bjargingarfólk hava førleikar, sum eru lagaðir til tað umhvørvið, vit arbeiða í, sigur Gundur Mortensen, undirvísingarleiðari.

Á skeiðnum hava sjálvboðin bjargingarfólkini millum annað arbeitt við sjúklingameting, álvarsligum skaðum, bráðsjúku, niðurkøling og viðgerð av sjúklingum yvir longri tíð. Ein týðandi partur av útbúgvingini er eisini at læra at taka avgerðir í støðum, har útgerð, manning og atgongd til læknahjálp eru avmarkað.

Hetta er eitt týdningarmikið stig í áhaldandi arbeiðinum hjá Føroya Fjallabjargara Felag at menna førleikar og fakliga støðið í føroyskum fjallabjargingararbeiði.

Gundur Mortensen, Undirvísingarleiðari:
- Wilderness First Responder er ein altjóða útbúgving, sum er ment júst til støður, har hjálpin kann vera langt burturi, og har bjargingarfólkið má kunna taka ábyrgd av sjúklinginum í longri tíð.

- Við 13 nýútbúnum Wilderness First Responders hava vit styrkt okkara tilbúgving munandi. Tað gevur okkum eitt enn sterkari grundarlag fyri at veita trygga og fakliga góða hjálp undir krevjandi umstøðum í føroysku náttúruni.

Útbúgvingin verður veitt av Wilderness Medical Associates International, við undirvísarum úr Íslandi.  Hetta er fyrstu fer at undirvíst verður í hesum í Føroyum. Neyðugt hevur tí veri við góðum samstarvi millum ábyrgdarlæknan hjá Fjallabjargarinum og Føroyskar myndugleikar herundir landslæknan, hetta samstarvið er eydnast sera væl. Hetta merkir at Fjallabjargarar nú kunnu veita lívsneyðugan heilivág tá tørvur er á tí.

Fyri Føroya Fjallabjargara Felag, er málið at halda fram við at menna bæði einstaka bjargingarfólkið og samlaðu tilbúgvingina, soleiðis at felagið er so væl fyrireikað sum gjørligt, tá tørvur er á hjálp í føroysku náttúruni.

Myndir: Heini Hansen & Jensjáku Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #