Gud gevi mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, eg kann, og vísdóm til at skilja munin
- Frants av Assisi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gud gevi mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, eg kann, og vísdóm til at skilja munin
- Frants av Assisi
Lesarin skrivar

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag heitir á myndugleikarnar um at tryggja, at náttúruatlit fáa avgerandi týdning í sambandi við ætlanina um eina fjallasúkklubreyt við Fjallið og Vesturvarða.

Økið við Lítlafjall, Vesturvarða og Fjallið, har rossagøtan liggur, er áleið hálvan ferkilometur. Økið, sum liggur í 200-220 metra hædd, er enn órørd náttúra, um vit síggja burtur frá ávirkanini av seyðahaldi. Har eru vátlendi, klettar og forkunnug støð, sum hava ligið soleiðis síðani ístíðina. FNU sær stórt virði í at varðveita eitt slíkt náttúruøki í høvuðstaðnum. 

Ein grundleggjandi meginregla í náttúruvernd er, at nýggj inntriv, so vítt gjørligt, verða savnað í økjum, sum longu eru ávirkað, heldur enn at taka nýggj og órørd náttúruøki í nýtslu.

##med2##

Talan er um eina fleiri kilometrar langa breyt, sum fer fleiri ferðir tvørtur í gjøgnum hetta økið,  kann hava og við sær varandi broytingar í landslagnum. FNU heldur tí, at áðrenn farið verður undir slíkt inntriv í órørt ella lítið ávirkað náttúrulendi, eiga aðrir staðsetingarmøguleikar at verða kannaðir til fulnar.

Ein grundleggjandi meginregla í náttúruvernd er, at nýggj inntriv, so vítt gjørligt, verða savnað í økjum, sum longu eru ávirkað, heldur enn at taka nýggj og órørd náttúruøki í nýtslu.

Í hesum sambandi eigur møguleikin fyri at leggja fjallasúkklubreytina við Bøllureyn at verða kannaður nærri. Økið er longu merkt av vegum, vindmyllum og øðrum inntrivum og kann tí vera uppskot til staðseting, har fjallasúkklubreytin hevur minni ávirkan á órørt náttúrulendi.

FNU tekur tó ikki støðu til, hvussu ein møgulig breyt ítøkiliga skal leggjast, men heldur tað vera avgerandi, at ymisku staðsetingarnar verða mettar út frá teirra samlaðu ávirkan á náttúru og landslag.

FNU mælir tí til, at ætlanin við Fjallið og Vesturvarða ikki verður framd, fyrr enn alternativar staðsetingar - serliga øki, sum longu eru merkt av inntrivum - eru nøktandi kannaðar og samanbornar.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU)

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #