Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Onnur tíðindi

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Í dag var skipað fyri almennari móttøku í sambandi við flaggdagin fyri veteranar, sum hava verið útsendir í hertænastu fyri Danmark. Móttøkan varð hildin umborð á sjóverjuskipinum, Lauge Koch, sum lá við bryggju í Tórshavn.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið og Arktisk Kommando skipaðu í felag fyri móttøkuni, har veteranar og familjur teirra vórðu boðin við.

Herálvur Joensen, aðalstjóri, helt røðu vegna Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum. Í røðuni vísti hann á týdningin av teimum menniskjum, sum taka ábyrgd og eru til reiðar at virka fyri friði og støðufesti.

Móttøkan var eitt høvi at sýna virðing fyri veteranum og teirra týdningarmikla arbeiði í altjóða tænastu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #