Kvinnur, sum hava fingið fosturtøku, kunnu nú fáa ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð, sama hvussu langt tær vóru komnar í viðgonguni. Higartil galt skipanin bert, um fosturtøkan varð framd eftir 12. viku.
Samstundis verður aldursmarkið fyri fólk, sum vóru fyri kynsligum ágangi áðrenn tey fyltu 18 ár, strikað. Eftir gomlu reglunum kundu tey fáa ískoyti, til tey fyltu 25 ár. Nú er heldur eingin freist fyri, nær ávísing til viðgerð fyri henda ágangin kann gevast.
Tað er ásett í nýggjari kunngerð, sum Eyðdis Harmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum gav út í gjár. Kunngerðin kemur í gildi í dag.
Talan er framvegis um eina skipan við ávísing frá kommunulækna og 40 prosentum í ískoyti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



