Klokkan 12 okkara tíð varð nýtt hitamet sett í Danmark, tá 36,6 stig vórðu máld í Odense.
Minni enn tveir tímar seinni vóru 37 stig máld bæði í Ødum í Eysturjútlandi og við H.C. Andersen flogvøllin norðan fyri Odense.
Fyrra hitametið í Danmark var 36,4 stig, og varð mált í Holstebro í august 1975.
Týskland upplivir eisini sín heitasta dag nakrantíð, upplýsir veðurtænastan DWD.
41,5 hitastig vórðu máld við Drewitz eystanfyri í landinum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



