Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Onnur tíðindi

Arbeiðsloysið gongur hvør sín veg hjá monnum og kvinnum. Í oktober vóru 216 menn skrásettir arbeiðsleysir, 16 fleiri enn sama mánað í fjør. Hinvegin vóru 119 kvinnur arbeiðsleysar, sjey færri enn fyri einum ári síðani.

Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovu Føroya. Arbeiðsloysið hjá monnum var 1,2 prosent og hjá kvinnum 0,7 prosent. Samanborið við oktober í fjør er tað vaksið 0,1 prosentstig hjá monnum og minkað samsvarandi hjá kvinnum.

Samlaða arbeiðsloysið var tó óbroytt á 0,9 prosentum. Tilsamans vóru 335 fólk rakt av arbeiðsloysi í mánaðinum, níggju fleiri enn í fjør. Umroknað til fulla tíð svarar hetta til 289 arbeiðsleys.

Arbeiðsloysið var størst í Suðuroy við 1,3 prosentum, hóast tað er minkað 0,4 prosentstig seinasta árið. Lægst var tað í Norðoyggjum og Vágum við 0,7 prosentum.

37 fólk høvdu verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Tað svarar til 11 prosent av teimum skrásettu arbeiðsleysu.

Uppgerðin byggir á skrásetingar hjá ALS og Almannaverkinum og fevnir um fólk í aldrinum 16–66 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #