Seoul Incheon Intl. Airport - 5 stjørnaður flogvøllur. Mynd Skytrax
Seoul Incheon Intl. Airport - 5 stjørnaður flogvøllur. Mynd Skytrax
Fyrstu 6 mánaðirnar í ár eru tað heili 38,4 milliónir ferðandi um flogvøllin Incheon í Suður Korea. Næstur hesum er tað Heathrow flogvøllurin í London, sum hevði 37,79 milliónir ferðandi.
Grundin til vaksandi ferðafólkatalið í Suður Korea er stríðið millum USA og Iran og bæði í 2024 og 2025 var Dubai International Airport nr. 2 í heiminum tá tað kemur til ferðafólk, men í ár væntast hann at falla av top 5 listanum.
Incheon var í 2024 nr. 12 og nr. 13 í 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



