Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln
Flogvinnan

Ein flogskipari hjá Icelandair skal standa skúlarætt, eftir at hann í gjár fleyg sera lágt, onkur sigur bert einar 100 metrar, yvir heimbygd síni á Vestmannaoyggjum. Søgurnar siga, at hetta var seinasti túrurin hjá honum, og tí vildi hann gera okkurt eyka við stóra Boeing 757 ferðafólkaflogfarinum. 

Fólk á staðnum sum filmaðu hendingina siga, at tað sá sera ógvusligt út, og nógv ivaðust ikki í, at flogfarið fór at detta niður.

Hjá Icelandair siga tey, at flogskiparin á ongan hátt hevði fingið loyvi til tað, hann gjørdi. 

- Í flogvinnuni er alt stýrt av føstum mannagongdum og kekklistum og hetta hevur onki við tað at gera, sigur Linda Gunnarsdóttir, sum er stjóri fyri flogskipararnar hjá Icelandair, sum nú ætlar at kanna tilburðin gjølla.

Síggj video her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #