Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre
Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Tá samanum kom, vann oddaliðið úr Havn tryggan sigur á Ternuni, sum tó hevði settbólt í fyrsta setti og eisini megnaði at bíta frá sær fyrra helmingin av øðrum setti.

Á Toftum iðra tær í Ternuni seg um, at tær ikki vunnu fyrsta settið, eftir at hava verið frammanfyri 19-14, og eisini hava havt settbólt við støðuna 25-24. Fleyr, sum eisini sjálvt hevði havt settbólt beint áðrenn við støðuna 24-23, yvirlivdi tó settbóltin hjá Ternuni og vann eisini næstu tveir bóltarnar og settið 27-25.

Í øðrum setti fylgdi Ternan við til 8-9, men so fór at dragna millum liðini, og Fleyr vann lættliga 25-14.

Tað var ikki minni lætt hjá Fleyr í triðja setti, og skjót var Fleyr frammanfyri 7-2 og 12-4. Ternuni eydnaðist tá at vinna eitt stig, men síðan vann Fleyr 10 á rað og legði seg á odda 22-5, áðrenn settið varð vunnið 25-8.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

Fleyr

3

9

9

2

KÍF

2

2

4

3

Ternan

4

-4

4

4

Mjølnir

2

0

3

5

Dráttur

1

-1

1

6

SÍ

2

-6

0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #