Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

FBF: Síðani Bónus steypakappingin endaði síðst í Apríl, hava mennirnir fyrireikað seg til CEV-SCA kappingina, sum verður í Craigavon í Norðurírlandi frá 5. til 8. juni. Craigavon liggur áleið 1/2 tíma frá Belfast.

Kappingin er um SCA meistaraheitið, men fyri Føroyar snýr hon seg eisini í stóran mun um at vinna styrkistig til styrkilistan í flogbólti. Her liggur Føroyar í løtuni á einum 39. plássi í Evropa av 56. limalondum í CEV. 

Føroyska liðið er í innleiðandi bólki við Norðurírlandi og Írlandi. Í hinum bólkinum eru San Marino, Skotland og Liktenstein. Føroyska liðið er helst millum sterkaru liðini í kappingini so vónir eru um, at Føroyar við hesi luttøkuni kann taka seg nøkur pláss fram á styrkilistanum.

Høvuðsvenjarin Boban Ilic, hevur úttikið hesar leikarar til kappingingina: Rani Ákason, Filip Ilic, Tóki í Haraldstovu, Bjarni Joensen, Thorvald Danielsen, Tórður G. Højsted, Hákun Heinason, Silas Poulsen, Vuk Ilic, Elias Ellingsgaard, Hákun Nón og Hjørtur Joensen. Hjálparvenjari er Oleksandr Dmytriiev og hjálparvenjari og hagfrøðingur er Andreas Reinert Zachau. Jónhild Poulsen verður ferðaleiðari á ferðini, sum byrjar hósmorgunin 4. juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #