Nakað eftir middag í gjár trygdarlendi eitt flogfar í Vágum. Flogfarið var á veg úr Wich til Reykjavíkar, skrivar Vørn. Ein trygdarlending er ikki ein beinleiðis neyðlending, men ein støða, har eitthvørt er áfatt sum ger, at flogfarið má seta seg. Talan var um eitt lítið flogfar, verður upplýst úr Vága floghavn, sum ikki hevur fleiri upplýsingar.
Í gjár fylgdi Brimil einum trolara á Kollafjørð, eftir at trolarin, sum var staddur eystanfyri, fekk maskintrupulleikar.
Fyrr í vikuni fleyg tyrlan ein mann sum var á fjalli við Sandvík á Landssjúkrahúsið, eftir at maðurin knappliga fekk nógva bringupínu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



