Tá ein hálvur tími ella so var eftir av flogferðini, fór flogskiparin á vesi og avtalaði við stýrimannin, at hann var skjótur aftur. Men ólukkutíð bleiv stýrimaðurin illa til passar og svímaði lítla løtu seinni, og tá skiparin skuldi inn aftur í stýrihúsið slapp hann ikki inn. Lukkutíð fingu tey samband við stýrimannin aftur, tá var flogfarið við at flúgva framvið har sum ætlanin var, at tað skuldi lenda.
Hendingin fór fram í februar í fjør men er júst nú komin fram í ljósmála, tí sponsku myndugleikarnir hava kunngjørt sína frágreiðing, skrivar Business Insider.
Talan var um eitt Airbus A321 hjá Lufthansa sum var ávegis úr Frankfurt í Týsklandi til Seville í Spania.
Flogskiparin gjørdi av at lenda í Madrid, sum var næsta floghavnin, og har kom stýrimaðurin undir læknahond.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



