Flogferðslan er nógv darvað av ringum veðri í dag.
- Sunnan er ring flogætt, og eini 1.000 fólk bíða í løtuni eftir nærri boðum, segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways við KvF í morgun.
Hon væntaði, at møguliga kundi flogfarið tíðliga seinnapartin, sum skal til Gran Canaria, sleppa avstað.
Vónir eru fyri betri floglíkindum í morgin, segði hon eisini.
Eisini hjá Strandferðsluni eru avlýsingar og broytingar á leiðunum 7, 701, 500 og 601.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



