Ikki færri enn tvey flogfør eru í dag farin av breytini í finsku Kittilä floghavnini í Laplandi har norðuri í Finnlandi.
Annað flogfarið var eitt rutuflogfar sum kom úr Geneve í Sveits, har vóru 150 ferðafólk við. Hitt var eitt minni flogfar við færri enn 10 fólkum umborð.
Sum skilst var tað sera nógvur síðuvindur sum gjørdi, at flogførini fóru útav breytini eftir at tey høvdu sett seg.
Onki er frætt frá fólkaskaða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



