Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Floghavnin í Keypmannahavn fer í ár at hækka prísin hjá teimum flogfeløgum, sum brúka floghavnina, munandi.

Tað sigur Thomas Woldbye, sum er stjóri í Københavns Lufthavne við Ritzau.

- Prísirnir vóru ov lágir longu áðrenn korona, og nú eru teir heilt einfalt ov lágir, skal tað hanga saman, tí útreiðslur til eitt nú rentur og lønir eru farnar nógv upp, sigur hann.

Avtalurnar sum flogfeløgini hava við floghavnina ganga út í ár og skulu tí endurnýggjast. Thomas Woldbye dugir ikki at siga, hvussu nógv gjøldini fara upp, men tað verða munandi hækkingar, sigur hann.

Eitt flogfelag sum brúkar floghavnina í Keypmannahavn nógv er føroyska Atlantic Airways. Men tað er enn ov tíðliga at siga, um ella hvussu hækkingarnar fara at ávirka ferðaseðlaprísirnar hjá Atlantsflogi.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur við VP, at tey enn ikki hava fingið nøkur boð um príshækkingar. Hon leggur afturat, at príshækkingar eru væntandi í øðrum floghavnum í Europa eisini.

- So vit fáa ikki sagt nakað ítøkiligt enn. Men eg kann lova, at vit altíð fara at hava kappingarførar prísir, sigur Jóhanna á Bergi við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo