Vanlukkan hendi seint í gjárkvøldið okkara tíð.
Eldur var í flogfarinum áðrenn tað lætti sær á, og nú verður kannað, hví tað hendi. Onkrar ábendingar eru um, at ein av motorunum datt av, tá flogfarið fór avstað.
Flogfarið, eitt 34 ára gamalt McDonnell Douglas, skuldi til Hawaii við farmi tá vanlukkan hendi. Tað hevði 144.000 litrar av brennievni umborð, og tí stóðst stórur eldur av vanlukkuni.
Fyribils tøl siga, at 7 fólk hava latið lív og minst 11 hava fingið skaða, fleiri teirra sera álvarsligan skaða, skrivar BBC.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



