Eftir kunnandi fundin sum hevur verið seinnapartin í dag um Suðuroyartunnilin hava flokkarnir fingið til uppgávu at viðgera málið og siga løgmanni frá hvørja linjuføring undirtøka er fyri.
Talan er um tvær linjuføringar - frá Djúpadali og frá Múlanum.
Flokkarnir skulu eisini boða løgmanni frá í vikuni, um borast skal frá Skúvoynni ella ikki.
Mett verður at ein suðuroyartunnil fer at kosta um 4,8 milliardir krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



