Gott lag á spælarum, venjarum og leiðarum eftir 6-1 sigurin á Aserbadjan - Mynd: Malena Josephsen
Gott lag á spælarum, venjarum og leiðarum eftir 6-1 sigurin á Aserbadjan - Mynd: Malena Josephsen
FSF: – Vt eru sjálvandi sera væl nøgd við kappingina. Serliga 4-0 sigurin á Slovenia var fantastiskur, sigur Fannhard Skoradal, venjari hjá U17 landsliðnum við gentum.
Talan gjørdist um tveir stórsigrar og eitt stórtap fyri U17 genturnar, sum júst eru afturkomnar frá EM undankapping í Slovenia.
Føroysku genturnar løgdu fyri við at vinna ein ruddilgan 4-0 sigur á slovensku vertunum. Sara Benjaminsen skoraði tvey mál, Kára Sigurðsson gjørdi eitt, meðan eitt var sjálvmál.
Fekk sigurin á Slovenia okkara gentur á flog, so fekk annar dysturin í kappingini tær niður á jørðina aftur. Eftir at hava vunnið stórt, máttu okkara gentur leggja rygg til 6-0 tap fyri Belgia, ið eisini vann bólkin við fullum stigatali og málmuninum 21-0.
Men tær reistust skjótt aftur, og við eini stórspælandi Káru Sigurðsson á liðnum endaðu okkara gentur kappingina við at vinna 6-1 á Aserbadjan. Kára skoraði fýra mál, Sára Justinussen gjørdi eitt, meðan tað fyrsta var sjálvmál.
Belgia vann bólkin við níggju stigum, Føroyar fingu seks stig, Slovenia bleiv nummar trý við trimum stigum, og aftast varð Aserbadjan við ongum stigi.
Næst á skránni hjá U17 landsliðnum við gentum er Baltic Cup, sum verður í Lettlandi mánaðarskiftið juni-juli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



