- Her fann eg friðin og alt tað sum eg saknaði í stórbýnum, tað sigur Katie Lockhart sum saman við manninum fyri einum ári síðani keypti sær hús í Funningi.
Tá hevði hon búð fleiri ár í amerikanska stórbýnum, New York. Men har manglaði bara okkurt.
Í viðtal við miðilin Condé Nast Traveler fortelur hon um friðin og nærleikan, sum hon fann í Funningi.
- Í fyrstuni undraðust fólk og spurdu hví. Men við eru sera væl móttikin og kenna okkum sum part av felagsskapinum. Vit royna at læra málið, men tað er ikki lætt, viðgongur hon tó.
Bæði Katie Lockhart og maðurin hava arbeiði sum tey kunnu røkja heimanifrá við eini teldu. Hon sum journalistur við serligum áhuga fyri ymsum ferðamálum. Hann sum ráðgevi innan sølubúskap.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



