Bjarginvartyrlan hjá Atlantic Helicopters hevur verið eftir einum útlendskum ferðafólki sum var til gongu ímillum Havnina og Kirkjubø tá viðkomandi kom so mikið álvarsliga til skaða, at tað var neyðugt við hjálp.
Tilburðurin hendi umleið klokkan tvey í dag, skrivar Vørn.
Umframt Atlantic Helicopters vóru MRCC, Politiið og Landssjúkrahúsið uppií bjargingararbeiðnum.
Bjargingin tók umleið ein tíma.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



