

Bretska regionala flogfelagið Flybe er í nátt farið undir umsiting og øll flogførini eru sett.
Felagið hevur fingið mønustingin av Corona virusinum sum hevur gjørt, at fólk flúgva nógv minni. Men Flybe hevur leingi verið í fíggjarligum trupulleikum, og slapp í januar akkurát undan húsagangi.
Flybe fleyg árliga um 8 milliónir ferðafólk ímillum fleiri stórbýir í Europa, starvsfólkini vóru 2.000 í tali.
Eitt stutt skifti í 2017 var uppá tal, at Flybe skuldi flúgva til Føroya, men hetta var kortini av ongum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo