Fanin er ein gentilmaður, sum ongantíð fer hagar, hann ikki verður boðin
- John A. Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fanin er ein gentilmaður, sum ongantíð fer hagar, hann ikki verður boðin
- John A. Lincoln
Tónleikur

Fyriskipararnir av Faroese Music Awards (FMA), ið eru Tónleikasamband Føroyar, Kringvarp Føroya og Løkshøll, boða frá at næsta Faroese Music Awards verður hildið í Løkshøll í Rúnavík tann 26. februar 2027.

Tónleikasamband Føroya ynskir, at FMA skal vera eitt tiltak, sum umboðar føroyska tónleikapallin um alt landið. Tí gleða vit okkum sera nógv at síggja, hvussu FMA fer at taka seg út í Løkshøll, og vit vænta okkum eitt heilt serligt kvøld í Runavík. Kvøldið er ein hátíðarlig løta, har tónleikarar, bólkar, sangarar og onnur, sum hava sett síni spor á føroyska tónleikaheimin, fáa høvi at verða heiðrað fyri sítt arbeiði og síni avrik.

Á skránni eru eisini livandi tónleikaframførslur frá ymiskum føroyskum tónleikarum. FMA savnar soleiðis føroyska tónleikaheimin til eitt serligt kvøld, har tónleikurin og tey, sum skapa hann, eru í miðdeplinum.

Tiltakið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, so øll kunnu fylgja við, tá virðislønirnar verða latnar og bestu avrikini í føroyskum tónleiki verða heiðrað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #