Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen
Vinna

Katrine Kærgaard, samráðingarleiðari fyri Grønland, og Janet Skarðsá, samráðingarleiðari fyri Føroyar.

Katrine Kærgaard, samráðingarleiðari fyri Grønland, og Janet Skarðsá, samráðingarleiðari fyri Føroyar.

Katrine Kærgaard, samráðingarleiðari fyri Grønland, og Janet Skarðsá, samráðingarleiðari fyri Føroyar.

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Føroyar og Grønland hava í dag gjørt sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2027. Samráðingarnar vórðu hildnar í Tórshavn 23. og 24. november.

Jaliga gongdin í prísunum á uppsjóvarfiski, umframt øking í heildarkvotuni av svartkjafti gjørdi, at tað var gjørligt at økja um kvoturnar til føroysk skip í grønlendskum sjógvi.

Toskakvotan hækkar við 225 tonsum og svartkalvakvotan í Eysturgrønlandi hækkar við 75 tonsum. Aðrar kvotur til føroysk skip eru óbroyttar í mun til 2026.

Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2027 kunnu fiska tilsamans 2.575 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 25 tonsum av kalva sum hjáveiðu, meðan brosmukvotan verður 175 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi verða 350 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi.

Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2027 verða 22.400 tons av svartkjafti og 3.300 tons av norðhavssild. Sostatt hækkar kvotan av svartkjafti við 2.000 tonsum í mun til 2026, meðan kvotan av norðhavssild lækkar við 1.600 tonsum. Grønland fær eisini atgongd til føroyskan sjógv at fiska grønlendsku svartkjaftakvotuna í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum, sum í 2027 er 5.747 tons.

- Fiskiveiðiavtalan við Grønland hevur stóran týdning fyri føroysk skip, og eg gleðist um, at tað eydnaðist at økja um veiðimøguleikarnar hjá føroyskum skipum í grønlendskum sjógvi í 2027, sigur Bárður av Steig Nielsen, landsstýrismaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #