Hagstovan: Føroysku fyritøkurnar liggja frammaliga í nýskapan í tíðarskeiðinum frá 2022 til 2024 í Norðurlondum. Meira enn helmingurin av føroysku fyritøkunum eru nýskapandi. Tó eru føroyskar fyritøkur minst nýskapandi av vørum og tænastum.
Ein nýskapandi fyritøka fremur nýskapan í einum av sjey økjum. Tað kann vera nýskapan av vøru, tænastu, arbeiðsgongdum, fremja ella keypa gransking og menning, menna eina nýskapan lidna (sum tó ikki er tikin í brúk ella komin á marknaðin), sleppa ella útseta nýskapanarvirksemi ella hava eitthvørt framhaldandi nýskapanarvirksemi, sum ikki bleiv liðugt við árslok av tíðarskeiðinum av kanningini.
Tað eru 61 prosent av føroysku fyritøkunum sum fremja eitthvørt slag av nýskapan. Fyritøkur í Føroyum, Svøríki, Noregi og Finnlandi liggja allar javnt, bert 3 prosent frá hvørjum øðrum. Tað eru 48 prosent av donskum fyritøkum sum eru nýskapandi. Hagtøl fyri Ísland eru ikki tøk fyri tíðarskeiðið frá 2022 til 2024. Fyri undanfarna tíðarskeið vóru 48 prosent av íslendsku fyritøkunum nýskapandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



