Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Umhvørvismálaráðið: Margit Stórá og danski ráðharrin Lars Aagard hava í dag undirskrivað samstarvsavtalu um altjóða veðurlagsarbeiði, sum verður útint undir ST Veðurlagssáttmálanum og Parísavtaluni.

”Við hesi avtalu fáa vit betri møguleikar at fremja okkara áhugamál í altjóða veðurlagssarbeiðinum og samstundis tryggja, at okkara sjónarmið verða hoyrd” sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

Avtalan millum Føroyar og Danmark tryggjar, at støða Føroya til mál og evni, sum verða viðgjørd í altjóða samráðingum um veðurlag, fær rúmd. Fremstu áhugamál Føroya eru hav, veðurlag og náttúra, matframleiðsla úr sjónum, orkuskifti innan maritima øki og tillaging til veðurlagsbroytingar hjá oyggjasamfeløgum.

Umframt at samstarvsavtalan kjølfestir eitt opið samstarv millum Danmark og Føroyar, tryggjar avtalan eisini, at Føroyar fáa innlit í veðurlagssamstarvið hjá ES og atgongd til tingingar um komandi veðurlagsmál. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #