Grønlendski og danski búskapurin eru ein fløkjustampur av ymsum donskum studningum til land og kommunur. Føroyar eru smáar og tí nógv bíligari at reka enn Grønland. Náttúruríkidømi Grønlands hevur risa møguleikar, um tað verður rætt gagnnýtt av uttan at vera ein polarisk náttúrupark og politisk finna í geopolitiska talvinum hjá Danmark og ikki minni hjá ES..
Men lat okkum fyrst sammeta grønlendska búskapin við tann føroyska í rundum tølum:
##med2##
Tølini omanfyri tala sítt týðiliga og fyri Grønland avbjóðandi mál. Bæði Føroyar og Grønland eru búskaparliga heft av útfluttum fiski
Grønlendingar fiska árliga uml:
90.000 tons av rækjum, 20.000 tons av svartkalva 50.000 tons av toski.
Hesi fiskasløg hava stórt virði sammett við dastið av nógv størri føroysku veiðini av bíligum uppsjóvarfiski.
Men Grønland hevur onga vinnuliga aling av t.d. laksi. Uttan alda laksin hevði føroyski búskapurin als ikki borið okkara verandi fólkatali uppi. Vit høvdu sum í 90-árakreppuni noyðst av flutt av landinum í 1000-tali.
Grønland livir av danskari sosialhjálp
Grønlandska landstýrið (Naaerlakkersuisut, ið merkir ’stýri’), hevur líka stóra fíggjarlóg sum Løgtingið, nevniliga uml. 8 mia kr árliga. Løgtingið klárar 95% av inntøkunum við føroyskum skatti og avgjøldum og 5% við donskum blokki.
Tær uml 500 mió kr av donskum stuðuli til Føroya uttan fyri landskassan eru til løgverju, rættarskipan, lestrar- o.a. stuðul í Danmark.
Grønlendski landskassin klárar bert at útvega helvt av sínum inntøkum við skatti og avgjøldum. Danski staturin rindar stóran part av Grønlands almennu útreiðslunum innan sum uttan fyri landskassan.
ES 2-faldar nú sín stuðul til Grønlands frá komandi ári úr 250 mió upp í 550 mió kr árliga, hels tí Trump bað ES-NATO taka seg saman.
Danir og ES klára ikki ’Golden Dome’
USA rindar sum er 3 mia kr árliga fyri rúmdar- og herstøðina í Thule, radarar og yvirvøku. Verður vápnadubbing yvir Norðpólinum móti Ruslandi og Kina, fer USA og ikki Danmark ella ES at gjalda fyri sokallaða Gylta rúmdarhválvið ’(Golden Dome’), ið eisini fevnir um Grønland.
Til tess krevjast minst 10 ísbrótarar, verulig herskip og kavbátar í miljardklassa umframt flogfør og eina rúmdarverju, ið alt kostar fleiri danskar fíggjarlógir árliga. Tað hevur Vesturheimurin ikki ráð til.
Sjálvsagt skulu grønlendingar avgera Grønlands framtíð, eisini til at fíggja leiting og útvinning av olju og mineralum. Um støðan á Norðkalottinum verður hernaðarliga spent, skulu nógvir amerikanskir og aðrir enn danskir og ES-bollar á suppuna.
Evropa klárar knapt at fíggja sína sosialhjálp, vælferð, klimakult og annað marglæti.
Tá ástendur verjupolitiskt, krevst ein Trump, Vance, Rubio, Cruz, De Santos ella annað republikanskt reystmenni og eingin sosialista-kloddi í Hvítu Húsunum.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



