Fjarskiftiseftirlitið: Nú er latið upp fyri tilmelding til “Føroyar venja”. Í fyrsta umfari eru tvær venjingar settar á skrá, og verða hesar hósdagin 8. oktober á Hotel Hilton í Tórshavn.
Í tí føri, at hesar báðar venjingar verða fult teknaðar, verður skipað fyri fleiri venjingum.
Melda til á heimasíðuni hjá “Hele Danmark Øver”:
Fyrrapart: https://heledanmarkover.dk/events/2026/10/08/torshavn-faeroerne/67
Seinnapart: https://heledanmarkover.dk/events/2026/10/08/torshavn-faeroerne/68
Fyri at fáa sum mest burtur úr venjingunum kunnu í mesta lagi tveir luttakarar frá hvørjum stovni ella fyritøku luttaka í hvørjari venjing. Tó ber til at melda tvey fólk til fyrrapartin og tvey til seinnapartin.
Eru fleiri áhugað í at luttaka, vinarliga boðið Fjarskiftiseftirlitinum frá, so vit kunnu meta um tørvin á fleiri venjingum.
Tíðindaskriv um “Føroyar venja” kann lesast á heimasíðuni hjá Fjarskiftiseftirlitinum:
https://www.fjarskiftiseftirlitid.fo/fo/tidindi/tidindi/foeroyar-venja
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



