Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Onnur tíðindi

Landsgrannskoðanin hevur latið Løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðingina fyri fíggjarárið 2025.

Undir brotinum Pensjónir, goldnar persónum búsitandi í Stóra Bretlandi, verður millum annað sagt soleiðis:

Í sambandi við grannskoðan av pensjónum spurdi Landsgrannskoðanin TAKS um skattligu viðurskiftini viðvíkjandi pensjónum, ið persónar, búsitandi í Stóra Bretlandi, fáa úr Føroyum, eftir at Stóra Bretland tók seg úr ES og EØS 31. januar 2020.

Í august 2025 viðgjørdi Løgtingsins umboðsmaður klagu um framferðarháttin hjá TAKS av skattaviðurskiftunum hjá persóni, búsitandi í Stóra Bretlandi.

Í álitinum var nomið við rættin til pensjón úr Føroyum, tó at tað ikki var viðgjørt í álitinum.

Áðrenn Stóra Bretland 31. januar 2020 tók seg úr EØS hevði pensjónin hjá persóninum verið skattað sambært § 8, stk. 3 í ásetingarlógini9, har ásett er, at skatturin hjá persónum, sum eru búsitandi uttanlands og fáa pensjónsútgjaldingar úr Føroyum sambært millumlanda sáttmálum um sosiala trygd, er 10% av bruttoinntøkuni.

TAKS vísti á, at persónar, búsitandi í Bretlandi, ikki longur høvdu rætt til pensjón sambært sáttmálanum um sosiala trygd, og at borgarar uttan fyri ES og EØS lond gjalda 42% í skatti av pensjónsútgjøldum úr Føroyum sambært § 8, stk. 1 í ásetingar lógini.

Almannaverkið hevur gjørt av ikki at steðga pensjónum hjá teimum, ið búgva í Stóra Bretlandi.

Almannaverkið vísir á, at sáttmálin frá 1959 millum danska kongsríkið og Stóra Bretland, um sosiala trygd, framvegis er í gildi millum Føroyar og Stóra Bretland, og at eitt av aðalmálunum í sáttmálanum er, at fólk kunnu flyta millum londini og varðveita vunnin rættindi. Í desember 2025 hevði Almanna- og heilsumálaráðið ikki aðrar viðmerkingar til málið, enn at sáttmálin frá 1959, ið leggur upp til, at persónar varðveita síni rættindi, tá ið flutt verður millum lond, framvegis er í gildi millum Føroyar og Stóra Bretland.

Um sáttmálin frá 1959 millum danska kongsríkið og Stóra Bretland, um sosiala trygd, er í gildi, heldur Landsgrannskoðanin, at persónar, ið eru búsitandi í Stóra Bretlandi, lúka treytirnar í § 8, stk. 3 í ásetingarlógini um, at skatturin av pensjónsútgjaldingum úr Føroyum framvegis er 10% av bruttoinntøkuni.

TAKS hevur eftirsíðan kunnað Landsgrannskoðanina um, at 20. apríl 2026 var fundur millum TAKS og Almanna- og bústaðamálaráðið um viðurskiftini hjá føroyskum pensjónistum í Stóra Bretlandi og um tulking av framman fyri nevnda sáttmála. Almanna- og bústaðamálaráðið vísir til præamblið til sáttmálan, at londini ynskja “...at gennemføre dette princip og træffe foranstaltning til, at statsborgere i de to lande, der rejser fra det ene land til det andet, såvidt muligt enten kan bevare de rettigheder, de måtte have erhvervet i henhold til det førstnævnte lands lovgivning, eller kan nyde tilsvarende rettigheder i henhold til det sidstnævnte lands lovgivning...”

Út frá hesum tekstinum er fatanin hjá Almanna- og bústaðamálaráðnum, at føroyingar varðveita síni pensjónsrættindi sambært sáttmálanum, tá ið teir flyta til Stóra Bretlands, og hava rætt til føroyska fólkapensjón grundað á sáttmálan frá 1959.

Niðurstøðan hjá TAKS er, út frá tulkingini hjá Almanna- og bústaðamálaráðnum, at hesir persónar lúka treytirnar fyri 10% skatti eftir ásetingarlógini.

TAKS fer tí at broyta skattingina hjá viðkomandi persónum aftur alt fyri eitt. Í juli 2026 hevur landsstýrisfólkið í fíggjarmálum kunnað um, at ráðið tekur niður støðurnar hjá TAKS og Almanna- og bústaðamálaráðnum til eftirtektar. 9Ll. nr. 87 frá 1. september 1983 “um áseting av skatti”.

Sí ársfrágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #