Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Føroyingurin Jóhannes Miðskarð, sum býr í Keypmannahavn, gongur nýggjar og óvanligar leiðir í valstríðnum til býráðsvalið í 2025. Í staðin fyri at nýta vanligar politiskar kjakpallar og fløgg, bjóðar hann fólki við til gongutúrar, har heimspeki, mentan og politikkur verða knýtt saman á ein nýskapandi hátt.

Eitt dømi er føroyski gongutúrin “Føroyar, Søren Kierkegaard, Hannah Arendt og luttakandi demokrati”, sum verður hildin leygardagin 1. novembur klokkan 16 í Keypmannahavn. Tilsvarandi túrar eru eisini á donskum. 

Føroyski túrurin tekur luttakararnar við til søgulig støð í býnum – frá Det Kongelige Teater og Borgerdydsskolen, har Kierkegaard gekk í skúla, til Søren Kierkegaards Hús, Nytorv, Fólkatingið, Bibliotekshaven og Den Sorte Diamant.

Undir leiðslu av Jóhannesi Miðskarði verða luttakararnir leiddir gjøgnum bæði søguligar og samtíðar spurningar: Hvussu kunnu vit skilja demokrati og luttøku í dag, um vit hugsa við inspiratión frá Kierkegaard og Arendt? Hvat merkir tað, at menniskjað altíð kann byrja nakað nýtt – mitt í einum politiskum og sosialum skipanarlagi, sum mangan kennist stívt?

– Eg vil vísa, at politikkur eisini kann vera eitt menniskjaligt og mentanarligt rúm, har vit saman granska, hvørji vit eru, og hvat felagsskapurin kann vera, sigur Jóhannes Miðskarð.

- Arendt segði, at at byrja nakað nýtt er tað, sum ger okkum til menniskju – tað er júst tað, eg vil fáa fram við hesum túrum.

Jóhannes Miðskarð, sum er útbúgvin lærari, cand.pæd. í pedagogiskari psykologi og PhD í lívlangari læring, hevur undirvíst og granskað í leiðslu og felagsskapi bæði í Føroyum og Danmark. Hann er nú eksternur lektari á Copenhagen Business School og arbeiðir við menning og leiðslu gjøgnum sítt egna ráðgevandi virksemi Menning.info.

Við hesum nýskapandi gongutúri vil hann seta fokus á felagsskap, virðing og nýggja byrjan – bæði í politikki og í gerandislívi.

– Tað er altíð møguligt at byrja av nýggjum, eisini í politikki, um vit tora at ganga nýggjar leiðir, sigur Jóhannes Miðskarð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #