FIRUM: Granskarar á Firum luttóku á ráðstevnuni EUROLAG11 í Reykjavík í Íslandi, har teir løgdu fram nýggja gransking og vitan um føroyskar firðir og samspælið millum firðirnar og havøkið kring Føroyar.
EUROLAG savnar granskarar og fakfólk, ið arbeiða við umsiting av firðum, áarmunnum, pollar (lagoon) og øðrum strondnærum sjóøkjum. Í ár varð serligur dentur lagdur á, hvussu veðurlags- og umhvørvisbroytingar ávirka hesi øki, og hvussu langtíðarkanningar og gransking kunnu geva okkum betri vitan um broytingarnar.
Ráðstevnan var partur av LIFE Icewater ES-verkætlanini, har íslendska Havrannsóknarstovan samstarvar við fleiri stovnar, kommunur og aðrar samstarvspartar. Verkætlanin hevur millum annað til endamáls at økja vitanina um vatn og vatnumhvørvi í Íslandi, betra vatngóðskuna og styrkja langtíðaryvirvøkuna. Hesi evni eru eisini sera viðkomandi fyri føroysk viðurskifti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



