Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Krutl

Jógvan Hansen, Dr.Phil.Geol skrivar: Kanningar av pørtum av føroysku náttúruni, sum ikki hava lívrunnan uppruna so sum ymisk sløg av basaltiskum tilfari, kunnu ikki sjáldan geva ábendingar um viðurskifti viðvíkjandi teirra uppruna írokna møguliga samanseting av teirra keldutilfari í ovaru jarðarkápuni, teirra jarðfrøðiligu menning og so eisini, hvussu partar av tí føroyska økinum møguliga kunnu hava sæð út til ymiskar tíðir í landafrøðiligum høpi.
Føroyskar basaltiskar eindir, sum vóru kannaðar í samband við hetta ’innlegg’ hoyra allar til tað lutfalsliga tunna Sneisarfylkið í teirri føroysku fláarskipanini, sum í sínum lag hevur mark við Malinstindsfylkið í neðra og Ennisfylkið í erva.

Eygleiðingar og mátingar, sum eru brúktar í samband við hendan tekst, eru millum annað gjørdar í økjunum við Egilsfjall í Ognarhaganum í Kvívík, við Sátuna omanfyri Leynavatn og so skamt niðanfyri/vestanfyri Gívrufjall, Bøllufjall og Árnadalstind (Mynd 1). Hesi økini eru serliga viðkomandi og áhugaverd tí Sneisarfylkið her ikki einans er uppbygt av gosgrýti, men eisini í stóran mun av legugrýti. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #