Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Nú fáa føroysk lesandi í Danmark betri møguleika fyri longdari tíð og øðrum serligum treytum, tá tey taka próvtøku á donskum. Útbúgvingarmálaráðfrúan Christina Egelund fer at broyta reglurnar, so tað verður greitt, at føroysk lesandi eru fevnd av reglunum fyri lesandi, sum hava annað móðurmál enn danskt.
Higartil hava reglurnar verið tulkaðar ymiskt á donskum universitetum. Til dømis fekk ein føroyingur viðhald í eini umsókn um serlig próvtøkuviðurskifti, meðan ein annar fekk noktandi svar.
Eftir áheitan frá lestrarfelagnum MFS tóku føroysku fólkatingslimirnir Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg málið upp við útbúgvingarmálaráðfrúnna, Christinu Egelund. Nú hevur hon so boðað teimum frá, at hon fer at broyta próvtøkukunngerðirnar fyri hægri útbúgvingar.
– Hetta snýr seg í grundini um, at føroysk lesandi skulu hava somu møguleikar sum onnur, ið ikki hava danskt sum móðurmál. Tí er tað gott at hoyra, at reglurnar nú verða broyttar, sigur Sjúrður Skaale.
Broytingin merkir tó ikki, at øll føroysk lesandi sjálvvirkandi fáa longda próvtøkutíð. Universitetini skulu hinvegin gera eina ítøkiliga og individuella meting av, um tann lesandi hevur tørv á serligum treytum, eitt nú longdari tíð ella atgongd til orðabøkur.
Universitetini skulu ikki kunna avvísa eina umsókn bara við teirri grundgeving, at tann lesandi hevur danskt A ella føroyskt A frá miðnámi.
Broytingin fer eisini at fevna um grønlendsk lesandi.
Útbúgvingarmálaráðið fer eisini í dialog við teir hægri útbúgvingarstovnarnar fyri at tryggja, at reglurnar verða skiltar og fylgdar á sama hátt allastaðni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



