Partabrævið hjá føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum, sum í nógv ár hevur havt tað sera trupult fíggjarliga, er seinastu tíðina vaksið sera nógv í virði. Partabrævið kostaði við ársskiftið og heilt fram til síðsta mánaðarskifti millum tvær og tríggjar krónur. Men hesar seinastu dagarnar er virðið vaksið til nærum 9 kr, sum er ein hækking uppá smá 300% seinasta mánaðin.
Partabrævið hjá Atlantic Petroleum er vaksið 400% í virði í eitt ár.
Ongar fráboðanir eru komnar frá felagnum, men viðmerkjarar halda, at ógvusliga príshækkingin hevur samband við oljuprísin, sum er nógv hækkaður seinastu dagarnar.
- Tað bøtur um inntøkurnar hjá felagnum, men um tað fer at halda fram hongur helst saman við oljuprísinum, sigur Haider Anjum, greinari frá Jyske Bank við miðilin Finans.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



