Lívið er tað sum hendir tær ímeðan tú ert upptikin av at leggja aðrar ætlanir
- John Lennon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lívið er tað sum hendir tær ímeðan tú ert upptikin av at leggja aðrar ætlanir
- John Lennon
Onnur tíðindi

Føroysku peningastovnarnir eru í ferð við at dagføra sínar vanligu viðskiftatreytir. Broytingarnar hava við sær, at treytirnar í størri mun verða býttar sundur í treytir fyri privatkundar og treytir fyri vinnukundar.

Fyri privatkundar eru fleiri av broytingunum til fyrimunar fyri kundan. Ein av størstu broytingunum er, at bankarnir ikki longur hava eins víða heimild sum áður til at mótrokna. Eftir nýggju treytunum kann ein peningastovnur bara mótrokna krøv, sum eru fallin til gjaldingar, og ikki í tann partin av løn ella almennum veitingum, sum eru neyðugar til vanligt lívsuppihald. Kundin skal eisini hava boð, um mótrokning verður gjørd.

Eisini við uppsøgn verður støðan hjá privatkundum greiðari. Privatkundin kann framvegis altíð enda kundasambandið uttan ávaring, men peningastovnurin kann bert siga kundasambandið upp, um sakligar grundir eru fyri tí.

Harumframt verður staðfest, at gjøld á gjaldskontum hjá privatkundum einans kunnu hækka, ella nýggj gjøld setast í verk, við eini ávaringarfreist á tveir mánaðar. Aðrar rentu- og gjaldsbroytingar, sum ikki eru til fyrimunar fyri kundan, skulu sum meginregla fráboðast frammanundan.

Til fyrimun fyri peningastovnin
Fyri vinnukundar er myndin øðrvísi. Nýggju treytirnar geva peningastovnunum víðari heimildir. Ein týðandi broyting er, at vanligu viðskiftatreytirnar fyri vinnukundar kunnu broytast uttan ávaring. Tað er ein greiðari bankavinarlig áseting enn fyri privatkundar.

Peningastovnarnir varðveita eisini eina víða heimild til mótrokning mótvegis vinnukundum. Sambært nýggju treytunum kann ein peningastovnur uttan frammanundan fráboðan mótrokna eina og hvørja áogn, sum hann hevur móti fyritøkuni, óansæð um kravið er fallið til gjaldingar ella ikki.

Nýggju treytirnar leggja eisini størri dent á skylduna hjá fyritøkum at lata peningastovninum neyðugar upplýsingar, eitt nú sambært skattalóg og hvítvasklóg. Verða upplýsingarnar ikki latnar, kann peningastovnurin bæði siga kundasambandið upp og steingja kontur, netbanka og aðrar tænastur.

Í báðum førum verður talgilt samskifti gjørt til høvuðsreglu. Fráboðanir, kontuavrit, ársuppgerðir, áminningar og onnur skjøl verða sum útgangsstøði latin í netbankanum. Kundar kunnu tó gera avtalu um at fáa skjøl á pappíri, men peningastovnurin kann taka gjald fyri tað.

Samanumtikið hava broytingarnar við sær, at privatkundar á fleiri økjum fáa greiðari verju enn áður, meðan vinnukundar mugu góðtaka, at peningastovnarnir fáa størri rásarúm at broyta treytir og nýta mótrokning uttan at boða frá tí frammanundan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #