Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Tema

Egil er føddur og uppvaksin í Skopun í 1959 og var staðfest frá fyrstan tíð av at hann var deyvur. Mamman hevði illgruna um hetta tí hann ikki svaraði aftur tá hon tosaði og fyrstu 6 árini búði hann saman við familjuni heima í Skopun.

Tá Egil var 6 ára gamal varð avgjørt, at hann skuldi fara til Havnar at ganga í barnagarð og skúla soleiðis at hann kom í samband við onnur, sum høvdu somu avbjóðingar. Mamman gjørdi so av at flyta til Havnar við honum og var hon hjá honum í umleiði eitt ár.

Fyrsta árið gekk hann í barnagarði saman við Hans Petur Hansen og einari, sum æt Haldis. 

Egil treivst sera væl so tá ið hann byrjaði í 1. flokki gjørdi mamman av at flyta aftur til Skopunar, meðan Egil flutti inn í Skúlaheimið.

Nú fór Egil í 1. flokk og her legði hann til merkis at fleiri næmingar vóru í flokkinum enn bert tey, sum høvdu verið í barnagarðinum. Hann nevnir millum annað Eivind Nielsen og Fríðborg Krúnufjall.

Deyvaskúlin var tá í Skansastovu, men flutti so niðan á Hoyvíksveg 36 og síðani í KFUK.

Deyvaskúlin helt til í KFUK fram til 1976, tá nýggjur skúli bleiv bygdur á Frælsinum. Egil hevur tó ongantíð gingið í Skúlanum á Trøðni.

Eftir at Egil var liðugur í skúla fór hann í læru sum snikkari á Snikkaravirkinum í Varðagøtu hjá Bjarka Jacobsen. Her lærdi hann í 4 ár.

Um hesa tíðina flutti Egil inn til eina familju á Argjum har hann búði til leigu og gott var hjá honum, tí maðurin í húsinum var eisini deyvur og tað hjálpti sera nógv. 

Eftir hetta valdi Egil at fara á Nyborgskúlan fyri deyv í Danmark. Her var hann á skúlanum í 2 ár.

Nú vildi hann aftur til Føroya og fekk starv hjá Ide Møblum í Havn har hann starvaðist í 5 ár.

Síðani starvaðist hann hjá Danica køkum í 2 ár, men fyritøkan fór á húsagang, so einki arbeiði var tá.

- Eg bleiv so spurdur um eg hevði huga at gerast húsavørur í MBF húsinum og tað vildi eg fegin. Her var eg í nøkur ár inntil Valbjørn Dalsgarð bjóðaði mær arbeiði nú hann skuldi undir bygging av undir Kongavarða. 

Her var mítt arbeiði tó ikki at smíða men av tí at hann hevði so nógvar mans í arbeiði, eisini útlendingar, so var mín uppgáva at hjálpa til í køkinum, tí matur skuldi borðreiðast til allar arbeiðsmenninar.

Her var hann løntur av Almannaverkinum 20 tímar um vikuna og byggimeistarin skuldi so gjalda hinar 20 tímarnar.

Tá tað byggjaríið endaði, fór Egil so fulla tíð sum avlamisløntur og er hann tað enn í dag.

Eisini galið við sjónini
Tá Egil var um 19 ára aldur og búði á Argjum, sigur hann at hann ofta hevði trupulleikar við sjónini. Tað var ofta at sjónin var óklár og hetta var nakað, sum ávirkaði gerandisdagin hjá honum.

Egil hevði líka síðani hann minnist havt trupulleikar við balansuni, men nú tá tað eisini ávirkaði sjónina, so valdi hann at fara til eygnalækna við hesum trupulleika og kundi læknin staðfesta at har var okkurt galið. Her greiddi læknin frá at sjónin fór at gerast verri og verri og viðmælti tí Egili at verða lagdur undir skurð.

Hann bleiv so sendur á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn har hann bleiv skurðviðgjørdur í høgra eyga fyrst. Tá var hann um 25 ára gamal.

Seinni, tá hann var um 28 ára gamal, fekk hann skurðviðger í vinstra eyga og síðani tá hevur hann mist meira og meira av sjónini og tá hann eisini hevur avbjóðingar við balansuni so hevur hetta ávirkað hansara gongulag.

Egil hevur tað, sum verður rópt kikarasjón og vil tað siga at um ein ynskir at tosa við hann so má viðkomandi standa beint frammanfyri honum ella á linju. Um ein førkar seg eitt lítið vet til síðuna, so sær Egil ikki persónin.

Fittur í fingrunum
Sjávlt um Egil hevur stórara avbjóðingar, serliga við sjónini, so er hann sera fryntligur og dugnaligur handverkari og tað sæst aftur í tí, sum hann hevur gjørt heima við hús.

Tá Egil flutti av Argjum, fór hann í Deyvahúsið at búgva. Um tað mundi var møguligt hjá teimum deyvu at leiga sær kamar við atgongd til bað og køk og vóru tað fleiri, sum gjørdu tað.

Nú hann var blivin eitt sindur eldri spurdi mamma hansara um hann ikki hevði hug at keypa eini hús tí nú hevði hann búð til leigu í so nógv ár og tað vildi Egil fegin, men ringt var at kappast í kostnaðinum av húsunum, so tað gekk strilti.

Meðan tey leita, kemur John Petersen, sum grundlegði J & K Petersen fyritøkuna, og segði, at hann hevði eitt grundøki at selja Egili á Túvgu í Havn. Hetta helt Egil var frálíkt og keypti hann sær grundstykki.

So var at finna sær onkran til at byggja húsini, og sjálvt um Egil er útbúgvin snikkari, so var hann ikki førur fyri at standa fyri byggingini sjálvur, so tað bleiv ein byggifyritøka sum bygdi húsini. Tey vóru liðug í 1988 og flutti Egil inn einsamallur.

Tá Egil flutti inn, var bert eitt kamar liðugt í húsinum, og Egil flennir eitt sindur, tí at heldur ikki baðirúmið var liðugt, so fyrstu tíðina mátti hann fara aðrastaðni at brúsa sær men tað bilti einki, tí hann vildi sjálvur smíða tað, sum hann kundi inni í húsinum.

Hann sigur, at húsini eru blivin eitt sindur eldri nú, men hann hevur alla tíðina gjørt ábøtur og skift ymiskt í húsinum sjálvur. Hann hevur millum annað gjørt íbúð í kjallaranum, skift køk, tikið vegg niður, málað og nógv annað soleiðis at húsini kunnu hava marknaðarvirði í dag.

Egil roynir eisini at fylgja grønu gongdini í samfelagnum tí hann hevur júst fingið sær hitapumpu og royndarkoyrir hon nú áðrenn oljufýr og tangi verður tikin burtur.

Egil hevur verið trúfastur í Deyvahúsinum og var hann í nevndini í Deyvafelag Føroya í 20 ár tilsamans.

Størsta broytingin
Tá hann verður spurdur um størstu broytingina hjá teimum deyvu innan samskifti, so sigur hann at tað avgjørt er fartelefonin, teldan og teldlar tí nú kunnu tey deyvu eisini samskifta umvegis facetime, messenger og aðrar pallar, har tey ístaðin fyri at skriva sms boð nú kunnu tosa frítt sítt egna mál sínamillum á skermunum.

Hann brúkar nógva tíð at tosa við onnur deyv bæði í Føroyum men eisini uttanlands. Hann hevur eisini hildið sambandið við donsku klassavinirnar og teir tosa saman javnan og vitja hvønn annan bæði herheima og í Danmark.

Sært tú Egil á Havnargøtum, ella aðrastaðni, og heldur at her gongur ein, sum hevur fingið ov nógv niðurum, so er tað ikki so. Sum sagt so hevur hann stríðst við balansuna, deyvleikan og eyguni alt sítt lív og tá sjónin einu tíðina versnaði nógv, helt hann, at hann fór at missa hana, men hon hevur nú verið stabil í nógv ár.

Aðrar greinar í røðini "Ein túr inn í deyvaheimin" kunnu lesast niðanfyri:

Les um deyvaprestin her

Misti alla hoyrnina smakk og luktisans og fekk tinitus

Var sendur til Danmarkar sum 4 ára gamal bara tí hann var deyvur

Eg bleiv illa happa tá eg fór í 8. flokk í Fuglafirði

Fekk influensu og gjørdist deyvur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo