Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Í gjár var 14. september, og tjóðveldisfólk gjørdu aftur nakað burturúr, at føroyingar tá valdu loysing.

Men tann 10. september 1946 (fýra dagar áðrenn fólkaatkvøðuna) skrivaði Dagblaðið (í eini roynd at fáa veljararnar at skriva “nei” á atkvøðuseðilin), at fólkaatkvøðan var bara vegleiðandi, og at “nei-atkvøðurnar” fóru ikki at vera roknaðar sum ógildigar.

Tær vóru eitt “nei til stjórnaruppskotið”, men ikki eitt “ja til loysing”.  

“Vit síggja soleiðis, at úrslitið av atkvøðugreiðsluni er einans vegleiðandi,” skrivar blaðið, og heldur tí ikki, at spurningurin um gildigar og ógildigar atkvøður hevur so stóran týdning.

Blaðið vísir á, at løgtingsval fór at verða stutt eftir atkvøðugreiðsluna, og um fólkaatkvøðan vísti meiriluta fyri loysing, so skuldi løgtingið leggja til rættis, hvussu hetta skuldi gerast.

“Verða stemmurnar nakað javnar, so má samráðast um, hvat so skal gerast,” skrivar Dagblaðið.

Greinin endar við orðunum: “So sjálvt um tú ikki vilt loysing, far so álíkavæl á val og legg seðil í kassan við “Nei”.”

Og tað var júst tað sum hendi: Úrslitið bleiv rættiliga javnt, og á nógvum atkvøðuseðlum stóð ikki ein krossur, men eitt “nei”.

Løgtingsval bleiv útskrivað, har flokkarnir sum vóru ímóti loysing vunnu.

Síðani vóru samráðingar sum endaðu við, at vit fingu heimastýrislógina. 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #