Danski fólkatingsmaðurin Jacob Harris hevur verið fyri hvøssum atfinningum eftir eina samrøðu við russisku ríkissjónvarpsrásina Russia Today, RT. Har sigur hann, at Danmark er á veg móti einum diktaturi, og leggur stjórnina undir at raðfesta Ukraina fram um egnar borgarar.
Harris, sum er uttanflokkatingmaður, finst serliga at, at Volodymyr Zelenskyj slapp at tala av røðarapallinum í Fólkatinginum. Sjálvur varð hann sitandi við ørmunum krossaðum, meðan onnur tingfólk reistust og klappaðu.
Jacob Harris heldur lítið um stuðulin, Danmark sendir til Ukraina. Hann heldur, at pengarnir vóru betri brúktir í Danmark. Og hann heldur, at Mette Frederiksen hevur sett fólkaræðisligar reglur til viks. Fólkatingið vísir tó tulking hansara aftur og vísir á, at talan hjá Zelenskyj ikki var partur av einum formligum tingfundi.
Uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen kallar Jacob Harris ein hentan idiot. Hann sigur við DR, at framferðin hjá Harris er skaðilig fyri Danmark.
Jacob Harris verjir luttøkuna við, at friður krevur diplomati og fatan fyri trygdarpolitisku áhugamálunum hjá bæði Ukraina, Evropa og Russlandi.
Sí samrøðuna her - niðast í greinini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



