Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Løgtingið: Mikudagin 10. septembur 2025 vitjaði Fólkatingsins kirkjunevnd Mentanarnevndina hjá Løgtinginum. Fólkatingsins kirkjunevnd er komin til Føroyar at fáa innlit í føroysku fólkakirkjuna.  

Á fundinum skiftu nevndirnar orð um týdning fólkakirkjunnar fyri føroyska samfelagið, herundir skipan, arbeiðið við diakoni, vavið av sjálvbodnum arbeiði, ungdómsarbeiði, umframt samstarv við fríkirkjur og annað. 

Eisini varð komið inn á støðu fólkakirkjunnar síðan yvirtøkuna í 2007, umframt felagseyðkenni og munir millum føroysku og donsku fólkakirkjuna. 

Nevndarlimirnir í Fólkatingsins kirkjunevnd, sum vitja í Føroyum, eru: Søren Espersen, formaður, Kim Aas, Karin Gaardsted, Heidi Bank, Theresa Berg Andersen, Carl Andersen og Katrine Daugaard. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #