Talan er um nýggjan bát hjá franska felagsskapinum Tara Ocean, sum hevur til endamáls at fáa meira vitan til vega, serliga um havumhvørvi og hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar hava á tað.
Eftir ein stuttan royndartúr á Svalbard, eru tey 11 fólkini umborð nú veg aftur til Frankaríki. Næsta ár er so ætlanin av álvara at fara undir rannsóknarferðir.
Umborð er pláss til 18 granskarar og vísindafólk, og ætlanin er at gera 10 rannsóknarferðir fram til 2046. Rannsóknarferðirnar verða vanliga 18 samanhangandi mánaðar, nógv tað mesta av tíðini í ísi.
Tara Polar Station er sambært heimasíðuni 26 metrar langur og 16 metrar breiður. Hann vigar 388 tons.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



