Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Egi Gothard Danielsen, nýggjur formaður, Rúni Rasmussen, fyrrverandi formaður

Egi Gothard Danielsen, nýggjur formaður, Rúni Rasmussen, fyrrverandi formaður

Egi Gothard Danielsen, nýggjur formaður, Rúni Rasmussen, fyrrverandi formaður

StÍF: Egi Gothard Danielsen er nýggjur formaður í StÍF. Hann bleiv valdur til formann av nýggju nevndini beint eftir aðalfundin, sum bleiv hildin týskvøldið 29. august í bygdahúsinum á Strondum.

Rúni Rasmussen, sum hevur verið formaður seinastu trý árini, stillaði ikki upp til formansval, men heldur fram í nevndini. Egi hevur verið næstformaður síðan hann kom í nevndina í fjør.

Í samband við formansskiftið sigur fráfarni formaðurin um farna formansskeiðið:” Tað hevur verið stór gleði at vera við til at menna StÍF saman við nógvum eldsálum. Ein av stóru og minniligu løtunum í var, tá ið okkara besta kvinnulið tók øll á bóli í 2021 og gjørdist føroyameistari. Eg fegnist um, at Sjóvar kommuna nú fer at byggja nýggja og nýmótans ítróttarhøll á Strondum. Eg ynski Ega góða eydnu í hansara spennandi uppgávu at mynda og leiða StÍF saman nevnd og StÍF-stuðlum.”

Nýggi formaðurin sigur um síni mál í formanspostinum: “Mítt mál er at fáa hondbóltin á vestara armi meira sjónligan og at fáa fleiri fólk við í familjuna StÍF. Her hugsi eg um bæði ung sum eldri, spælarar, hjálparfólk og stuðlar.”

Nýggja nevndin skipaði seg soleiðis eftir aðalfundin:
Egi Gothard Danielsen, formaður
Ann Berg Christensen, næstforkvinna
Rúni Rasmussen, skrivari
Suni Ernstsson, kassameistari
Ólavur í Geil, nevndarlimur
Sára Mrdalo, nevndarlimur
Simona Paula á Fríðriksmørk, nevndarlimur
Alexandur Johansen, tiltakslimur

Nýggja nevndin er fjølbroytt og spent at fara til arbeiðis. Nógvar spennandi uppgávur liggja fyri framman hjá nevndini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo