Jens-Frederik Nielsen var bert 33 ára gamal, tá hann í 2025 gjørdist yngsti stjórnarleiðari í søgu Grønlands. Hann var tí ikki føddur, tá avtalan frá 1951 ímillum Danmark og USA um Grønland varð gjørd.
Í gjár segði hann, at nú er avtalan við okkum og ikki um okkum.
Nú er formaðurin í Naalakkersuisut 35 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Nuuk, yngstur av fýra systkjum. Pápin er dani og mamman grønlendari. Summi halda kanska, at hann sær meira danskur enn grønlendskur út, men tað sigur einki um, hvussu grønlendskur hann er. Tað sæst eitt nú í viðtali við KNR, har hann sjálvur greiðir frá, at hann sum barn varð happaður fyri at síggja danskur út.
Í gjár staðfesti hann saman við heimsins valdsmiklastu grønlendska sjálvsavgerðarrættin, tá hann setti sítt navn undir nógv umtalaðu avtaluna um, hvussu viðurskiftini ímillum serliga USA og Grønland skulu vera í framtíðini.
Hann býr í Nuuk við unnustuni, Aniku Brandt Sørensen, og trimum børnum. Hon lýsir hann sum familjumann ið dámar væl at veiða, sigla og vera í náttúruni. Í frítíðini dámar Jens-Frederik Nielsen væl at spæla gittara. Mong kendu hann tó fyrst frá badminton, tí hann hevur vunnið fleiri grønlendsk meistaraheiti og umboðað Grønland í altjóða kappingum.
Jens-Frederik Nielsen las samfelagsvísindi á Ilisimatusarfik, men gjørdi ikki útbúgvingina lidna. Í 2014 fekk hann starv sum ráðharraskrivari, seinni arbeiddi hann sum ráðgevi hjá Demokraatit. Í 2020 gjørdist hann bæði floksformaður og landsstýrismaður í vinnu- og ráevnismálum.
Eftir eitt vánaligt val í 2021 fekk flokkurin stóra framgongd í 2025. Sjálvur fekk Jens-Frederik Nielsen 4.850 persónligar atkvøður og skipaði breitt landsstýri.
Sum leiðari hevur hann lagt dent á, at grønlendingar sjálvir skulu avgera framtíð landsins, og at leiðin móti størri sjálvsavgerð skal vera væl umhugsað, samstundis sum hann hevur staðið ímóti amerikanska trýstinum.
Heima í Grønlandi bíða eisini tungar sosialar avbjóðingar, eitt nú viðvíkjandi óvanliga nógvum sjálvmorðum, fosturtøkum og misnýtslu av rúsdrekka og -evnum. Jens-Frederik Nielsen hevur sagt, at søgulig órættindi skulu kannast, men hann hevur mótmælt at brúka sjálvmorð og tílíkt sum politiskt prógv fyri, at hjálandatíðin einsamøll er orsøkin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



