Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Lesarin skrivar

Suðurstreymoyar útróðrarfelag: Í 2024 varð kósin broytt munandi. Talið fór úr 9.456 niður í 7.565 dagar. Tað er ein lækking á 1.891 dagar ella 19,998% — avrundað 20,0%. Um 5%-stigið varð fylgt, hevði lækkingin verið umleið 473 dagar. Veruliga skerjingin var tí næstan nágreiniliga fýra ferðir so stór.

Politiska ábyrgdin fyri fiskivinnumál lá tá hjá Dennisi Holm. Kringvarp Føroya umrøddi eisini broytingina sum ætlanina hjá Dennisi Holm um at skerja fiskidagarnar 20%. Formliga kunngerðin frá 28. desember 2023 varð tó undirskrivað av Høgna Hoydal.

Skerjingin steðgaði ikki har. Í 2025 varð fiskidagatalið hjá bólki 5 aftur lækkað, hesa ferð við 10%, og í 2026 við 5%. Frá 2021 til 2026 er talið farið úr 10.478 niður í 6.468 — ein lækking á 38,3% eftir fimm ár.

Høvuðsspurningurin er tí ikki bara, um ein einstøk skerjing kann grundgevast lívfrøðiliga. Spurningurin er eisini, hvussu støðugar karmar ein umsitingarætlan gevur, um politiska skipanin kann fara frá 5% til 20% eftir einum ári. Er umsitingarætlanin er ikki tá slept? Um serlig frávik eru neyðug, eigur grundgevingin, heimildin og ætlaða tíðarskeiðið at verða lýst so greitt, at bæði vinnan og almenningurin vita, nær vanliga reglan er galdandi, og nær hon ikki er tað.

Tølini hjá Vørn staðfesta eina djúpa og varandi minking í fiskidøgunum hjá bólki 5. Tí eigur framtíðar kjak at fevna um bæði stovnsrøkt og ikki minst livikorini hjá útróðrinum. Burðardygg umsiting krevur vernd av fiskastovnunum, men hon krevur eisini greiðar reglur og politiska ábyrgd, tá stór frávik verða gjørd.

Les meira her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #